Freistir fyri flytingar fyri páskir
Lønarflyting: Týsdagin 31. mars kl. 15:30
Vanlig flyting millum peningastovnar: Týsdagin 31. mars kl. 18.30
Flyting sama dag millum peningastovnar: Mikudagin 1. apríl kl. 11.00
Vanlig flyting í sama peningastovni: Mikudagin 1. apríl kl. 18.30
Skundflyting: Freistin fyri skundflytingar er skiftandi alt eftir, hvønn peningastovn tú hevur.
Fyri at tryggja tær, at flytingin kemur fram til tíðina, so er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi týsdagin 31. mars.
Uttanlandsflyting: Mikudagin 1. apríl kl. 12.
Skundflytingar
Tú kanst altíð gera eina skundflyting. Hon verður ikki ávirkað av halgidøgum. Hav í huga, at summir danskir peningastovnar hava freistir fyri skundflytingar. Tú kanst ringja á 348 000 ella skriva á banki@betri.fo, um tú hevur spurningar.
