Burðardyggar íløgur
Betri Pensjón miðar eftir at fáa størst møguligt avkast fyri so avmarkaðan váða sum tilber - og málið er, at 100% av íløgunum um fá ár skulu hava burðardygd fyri eyga.

Betri Pensjón hevur sum málsetning at gera íløgur í feløg við denti á burðardygd.
Í løtuni eru omanfyri 75% av íløgum okkara í partabrøv í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Málið er miðvíst at økja um burðardyggu íløgurnar og at koma uppá 100% um nøkur ár.
Vit leggja okkum eisini eftir at gera íløgur í feløg, sum virða grundleggjandi mannarættindi og halda altjóða samtyktir um umhvørvi og arbeiðsumstøður.
Hinvegin stýra vit miðvíst uttanum feløg, ið ikki gera tað. Vit samstarva heldur ikki við feløg, ið saman við øðrum framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn ella týðandi staklutir, ið einans verða nýttir til hesi vápnasløg.
Tá ið virðisbrøvini, sum vit gera íløgur í, verða vald og eftirmett, taka vit millum annað atlit at etisku viðurskiftunum.
Vit hava samstarvsavtalu við íløgufelagið Sparinvest, ið varð fyrsta børsskrásetta íløgufelag í Danmark í 1968, og sum síðani hevur ment seg til ein altjóða fíggjarumsitara (kapitalforvaltningshus). Í dag er Sparinvest ein partur av Nykredit-samtakinum og saman umsita Sparinvest og Nykredit fyri omanfyri 440 milliardir kr. og bjóða eitt stórt úrval av íløgum. Sparinvest hevur ein breiðan kundaskara, sum fevnir um alt frá privatum kundum til peningastovnar og stovnar úr øllum Europa.
Partabrøv
Niðanfyri er ein lýsing av, hvørjar partabrævabólkar vit hava gjørt íløgur í (oktober 2022).
Partabrævabólkur merkir í stuttum, at nógv ymisk partabrøv við felags eyðkennum, eru bólkaði saman. Í hesum bólkum eru partabrøv í nógvum ymiskum fyritøkum, í nógvum ymiskum vinnum og í nógvum ymiskum londum.
Alheims partabrøv
Indeks Globale Aktier Minimum Risiko
Talan er um eitt indeks, ið fylgir samanberingargrundarlagnum ”MSCI World Minimum Volatility Index”. Endamálið við hesi íløguni er at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við minst møguligum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 270 partabrøv. Áleið 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk.
Ethical Global Value
Í hesum íløgubólki eru alheims partabrøv, ið byggja á íløguháttin “Value investering”. Her verða alheims partabrøv greinað fyri at finna partabrøv við einum marknaðarvirði, ið er lægri enn tað grundleggjandi virðið á fyritøkunum.
Harafturat verða íløgurnar einans gjørdar í fyritøkur, ið fylgja altjóða leiðreglum um etiska ábyrgd. Íløguprógvið inniheldur 70-80 ymisk alheims partabrøv, og hevur ”MSCI World Index” sum samanberingargrundlag. Áleið 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólkin.
Les meira her.
Bærdygtige Aktier
Íløgubólkurin inniheldur 40-70 alheims partabrøv, ið eru nágreiniliga útvald útfrá vakstrarmøguleikum, váða og burðardygd hjá fyritøkunum. Dentur verður lagdur á at gera íløgur í fyritøkur, ið eru sterkar og hava langtíðarmál innan burðardygd. Áleið 15% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk.
Les meira her.
Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd - og er eisini svanamerktur.
Les meira um svanamerktar íløgubólkar her.
Index Bæredygtige Global
Talan er um eitt indeks, ið fylgir samanberingargrundarlagnum ”MSCI ACWI ESG Leaders Select Sustainability Index”. Grundarlagið byggir á alheims partabrøv við høgari ESG-rating, ið hevur til endamáls at tryggja ein sterkan burðardyggan profil, har dentur verður lagdur á umhvørvið og samfelagsliga ábyrgd.
Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 900 alheims partabrøv, har ein minni partur er í nýggjum marknaðum (emerging markets). 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv er sett í henda íløgubólk.
Les meira her.
Hesin íløgubólkurin fylgir strangastu alheims krøvum fyri burðardygd - og er eisini svanamerktur.
Les meira um svanamerktar íløgubólkar her.
Harafturat fylgir indeksið krøvunum frá París-sáttmálanum um at minka CO2 útlátið.
Donsk partabøv
Í hesum íløgubólki eru 25-35 danskar fyritøkur í ymiskum vinnum. Áleið 10% av okkara íløgum, sum eru sett í partabrøv, eru sett í henda íløgubólk.
Lánsbrøv
Stats- og realkreditlánsbrøv
Talan er her um íløgur í donsk stats- og realkreditlánsbrøv. Tað snýr seg um stutttíðar lánsbrøv og miðallong lánsbrøv. Í minsta lagi 80% av samlaðu íløgum okkara í lánsbrøv eru sett í henda íløgubólk.
Virkislánsbrøv
Virkislánsbrøv eru meira váðafús enn vanlig lánsbrøv, og rentan er tí vanliga hægri í mun til stats- og realkreditlánsbrøv.
Størsti parturin av íløgunum í virkislánsbrøv er í sonevnd High Yield og Investment Grade virkislánsbrøv. High Yield merkir, at íløga er gjørd í feløg, sum hava ein ávísan kreditváða, sum er omanfyri miðal, í mun til aðrar fyritøkur av sama slagi. Investment Grade virkislánsbrøv hava relativt lágan váða. Dentur verður lagdur á íløgubólkar, sum tryggja góða spjaðing við virkislánsbrøvum frá nógvum ymiskum fyritøkum úr ymiskum londum og vinnugreinum.
Les meira um High Yield íløgubólkarnar her og her, og um Investment Grade íløgubólkin her.
Harafturat er ein partur settur í ”Bæredygtige Kreditobligationer”. Hesin íløgubólkur minnir nógv um Investment Grade virkislánsbrøv, men leggur dent á evropeiska marknaðin og á fyritøkur við høgum málum innan burðardygd. Les meira her.
Í mesta lagi 20% av lánsbrøvunum kunnu vera í virkislánsbrøvum.
Íløgukostnaður og afturbering
Marknaðarrenta merkir, at samansparingin verður sett í láns- og partabrævabólkar. At gera íløgur í slíkar bólkar kostar pening, og hesin kostnaður verður tí tikin av tínum avkasti, áðrenn tað verður sett inn á tína pensjón.
Kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við partabrøvum er vanliga hægri enn kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við lánsbrøvum. Sostatt verður kostnaðurin av íløgurøktini, ið vit gera fyri teg, tengdur at tí íløgubólki, sum tú hevur valt at nýta.
Kostnaðurin verður ásettur við ársbyrjan. Við árslok verður hetta hildið upp móti veruliga kostnaðinum í árinum. Hetta gevur eina afturbering frá Sparinvest til Betri Pensjón.
Afturberingin, sum fyri 2020 var á leið 0,35%, fellir til pensjónskundarnar hjá Betri Pensjón sum avkast.
Niðanfyri sæst kostnaðurin fyri 2020. Roknaða dømið er tikið út frá, at 40% eru sett í partabrøv og 60% í lánsbrøv. Hetta er ein meðalsamanseting hjá okkara kundum ultimo oktober 2021.
Verður lutfallið hildið upp móti kostnaði av íløgurøktini, merkir tað, at meðalkostnaðurin er:
Partabrøv |
40% falda við |
1,13% |
0,45% |
|
Bruttokostnaður |
0,71% |
|||
Afturbering |
0,35% |
|||
Nettokostnaður |
0,36% |
|||
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum