FTIR-tólið - Neyvkanna plastikk

Neyvkanna plastikk

– Á Umhvørvisstovuni fegnast vit um nýggja FTIR-tólið, sum skal hjálpa okkum neyvt at eyðmerkja einstaka plastikklutin. Tólið er lætt at brúka, og vit vóna, at aðrir stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við dálking, kemiskum kanningum o.l. kunnu fáa gagn av framkomna tólinum, sigur Katrin Hoydal, granskari á Umhvørvisstovuni

 Plastikk er ein vaksandi trupulleiki í okkara havumhvørvi. Í nógv ár hava granskarar kannað plastik í havhestamagum, og við berum eygum kunnu vit øll síggja plastdálkingina í føroysku fjøruni. Við nýggjum framkomnum tóli fer nú eisini at bera til at neyvmerkja einstaka plastikpettið, so meira kunnleiki fæst um eittnú aldur, uppruna og innihald.

AMAP samstarvið

Umhvørvissstovan luttekur í sokallaða AMAP samstarvinum. AMAP stendur fyri Artic Monitoring & Assessment programme. Endamálið við samstarvinum er at halda eitt vakið eyga við umhvørvisligum broytingum, sum henda um okkara leiðir. Samstarvið fevnir breitt, og Umhvørvisstovan luttekur í einum bólki, sum serliga fæst við yvirvøku av plastdálking í norðurhøvum og arktiska økinum.

– Við hesum tólinum ber til hjá okkum at kanna plástlutirnar neyvari. T.d. staðfesta, hvat slag av plastikk talan er um, staðfesta um talan er um gamalt ella nýtt plastikk, og hvørji evni eru í tí, sigur Katrin Hoydal.

Slíkar kanningar kunnu setast saman við øðrum líknandi kanningum úr øðrum londum, og samanlagt kann man staðfesta gongdina í dálkingini. T.d. um nýggj dálkingarrák eru ávegis, um ferðamynstrið broytist, og um dálkingin minkar ella økist.

“Skúleleikir er eitt átak, har vit við felagsskapi, rørslu og gleði vilja geva fleiri føroyskum børnum gleði av okkara fantastisku ítrottargreinum kring landið.”

– Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF
Skúlaleikir -  Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF
Stuðul latin í 2025, 2024, 2023