Leys størv

Her á síðuni sært tú hvørji leys størv eru í løtuni. Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Starvsfólk til KT- og menningardeildina í Betri Banka

Vit leita eftir einum dugnaligum og eldhugaðum starvsfelaga til bankatoymið á KT- og menningardeildini í Betri Banka. Hevur tú hug og hegni at samskipa, reka og veita ráðgeving um KT-skipanir hjá bankanum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. 

Deildin
KT- & menningardeildin tekur sær av einum áhugaverdum og breiðum starvsøki, sum fevnir um menning, support, rakstur og trygd. Á deildini starvast 16 dugnalig starvsfólk umframt uttanhýsis konsulentar, sum eru fast knýttir at deildini, og í bankatoyminum starvast 4 starvsfólk.

Bankatoymið arbeiðir við dagligari ráðgeving, rakstri, menning og við at rætta feilir í skipanum og tænastum. Harumframt testar bankatoymið nýggjar tænastur og skipanir, bankin sjálvur hevur ment. Bankatoymið kravfestur innanhýsis verkætlanir umframt verkætlanir hjá eksternum veitarum.

Um starvið
Okkara komandi starvsfelagi fer í høvuðsheitum at

  • reka og feilmelda innanhýsis og eksternar skipanir
  • ráðgeva rakstrardeildunum í samband við nýtslu av rakstrarskipanunum
  • seta í verk nýggjar funkur í rakstrarskipanum og samskipa smærri uppgávur
  • taka lut í verkætlanum og arbeiðsbólkum
  • tryggja, at umbidnar uppgávur bera á mál.

Okkara væntanir
Vit vænta, at okkara komandi starvsfelagi

  • er væl skipað/ur og nærløgd/nærlagdur, soleiðis at uppgávur verða væl úr hondum greiddar
  • dámar avbjóðingar og er fús/ur at loysa trupulleikar
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at seta kritiskar spurningar
  • dugir at taka ábyrgd og avgerðir
  • fær hildið nógvum bóltum í luftini samstundis
  • er jalig/ur og setir góða tænastu í hásæti
  • hevur viðkomandi royndir ella útbúgving.

Hvat kunnu vit bjóða tær?
Okkara komandi starvsfelaga bjóða vit eitt fjølbroytt og spennandi starv har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti. Hartil bjóða vit kappingarføra løn, góðar setanartreytir og møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

Umsóknarfreistin er 3. juni 2024
Send okkum ein teldupost við tínari umsókn við avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til starv@betri.fo

Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar, ella vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rógva Ziska Hofgaard, KT- og menningarleiðara, á tlf. 548 245 / roho@betri.fo, ella til Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 548 224.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

Sjálvboðin umsókn

Í Betri Banka hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum. 

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, hvar í bankanum tú ynskir at starvast og hví tú kundi hugsað tær at arbeitt hjá okkum. Harumframt ynskja vit at tú greiðir frá tínum royndum og møguligari útbúgving. 

Umsókn og lívsrensl (CV) kann sendast til hr@betri.fo.

Vit goyma allar umsóknir í 6 mánaðar.