Vinn Skyboksina til U17 EM-finaluna
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt EM-endaspæl í Føroyum, og nú hevur tú møguleikan at vinna pláss til finaluna sum VIP´ari saman við 20 av tínum vinum.
Tú kanst nevniliga vinna Skyboksina hjá Betri Trygging á Tórsvølli 17. mai, har tú og 20 vinir kunnu síggja EM-finaluna hjá U17-kvinnunum.
Hetta er við í vinninginum:
- Tú kanst bjóða 20 vinum við
- Atgongumerki til øll
- Pitsa, sodavatn og okkurt søtt
Vinnarin verður funnin 12. mai og fær beinleiðis boð.
Vilt tú vinna?
Skráset teg niðanfyri, so ert tú við í kappingini.