Realkredittlán

Um tú skalt keypa bústað ella hevur bygt nýggjan bústað, kanst tú velja eitt Realkredittlán.

Tað sum skilur eitt Realkredittlán frá einum vanligum Bústaðarláni er millum annað, at Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi.

Tú hevur møguleika at fáa eina fastar rentu alt tíðarskeiðið ella í eitt ávist tíðarkseið við einum Realkredittláni. Hetta er ikki møguligt við einum Bústaðarláni, tí tá er rentan broytilig. 

Vit bjóða Realkredittlán umvegis Jyske Realkreditt.

Tú kanst velja millum

  • realkredittlán við broytiligari rentu
  • realkredittlán við fastari rentu alt tíðarskeiðið.

Realkredittlán við fastari rentu

Velur tú Realkredittlán við fastari rentu, hevur tú trygd fyri, at rentan ikki broytist í lánitíðarskeiðinum. Rentan verður fastsett upp í 30 ár. Afturfyri er rentan vanliga hægri enn á lánum við broytiligari rentu.

Tú hevur altíð møguleika at leggja Realkredittlánið við fastari rentu um til annað lán. Tú skalt bert minnast til at siga frá tveir mánaðir áðrenn gjaldsdag (termin).

Fyri Realkredittlán er galdandi, at ein kredittmeting og støðulýsing av ognini krevst, áðrenn lán verður veitt. 

Realkredittlán kann fíggja upp í 80 prosent av bústaðarvirðinum.

Fyrimunir við fastari rentu:

  • Tú kennir rentuna alt tíðarskeiðið
  • Tú kanst skifta til annað slag av láni, um tú sigur frá tveir mánaðir áðrenn næsta gjaldsdag
  • Møguleiki fyri kursvinningi við umlegging av láni

Sí kostnaðir fyri Realkredittlán her

Realkredittlán við broytiligari rentu

Hevur tú nóg stórt fíggjarligt rásarúm til at klára møgulig sveiggj á rentumarknaðinum, kanst tú umhugsa at velja eitt lán við broytiligari rentu. 

Tá tú velur Realkredittlán við broytiligari rentu, skalt tú velja eitt áramál, har rentan verður fastløst. Rentan kann læsast í 2 til 6 ár, og vanliga er hon lægri enn á einum láni við fastari rentu. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastløst í eitt nýtt tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um. 

Hvørja ferð rentan verður fastsett, verður mánaðarliga gjaldið roknað av nýggjum, og kann tá hækka ella lækka. 

Realkredittlán við broytiligari rentu er best egnað til tín, sum ynskir eitt lægri mánaðarligt lánsgjald, men sum eisini hevur fíggjarligt rásarúm til at tola eina rentuhækking.

Fyri at fáa Realkredittlán krevst ein kredittmeting og støðulýsing av ognini. Realkredittlán kann fíggja upp til 80 prosent av bústaðarvirðinum.

Fyrimunir við broytiligari rentu

  • lægri renta enn onnur bústaðarlán
  • møguligt at velja fasta rentu í 2-6 ár

Sí kostnaðir fyri Realkredittlán her

Vit bjóða realkredittlán í samstarv við danska realkredittfelagið Jyske Realkreditt.

Síggj rentur og kurs her

Tá ið realkredittlánið skal umleggjast

Ein av eginleikunum við realkredittlánunum er, at tú hevur møguleika fyri at gera broytingar.

Hesar broytingarnar millum anna vera við til, at tín restskuld minkar um tú leggur um til eina hægri rentu, ella um rentan er lækka síðan tú tók upprunaliga tók láni, kanst tú leggja lánið um til eina nýggja og lægri rentu. 

Realkreditt lán við broytiligari rentu og umlegging

Um tú fíggjar tín bústað við Realkredittláni við broytiligari rentu, merkir tað, at rentan verður tillagað við avísum millumbilum og er føst í eitt ávíst áramál. Hetta ger, at tú kennir títt lánsgjald hetta tíðarskeiðið.

Áðrenn hvørja rentutillaging fært tú eitt bræv frá okkum um, at nú kanst tú gera broytingar í tínum Realkredittláni. Tú tekur avgerð um, hvussu long tíð skal vera ímillum hvørja rentutillaging.

Realkredittlán við fastari rentu og umlegging

Hevur tú fastrentulán, kanst tú gera tillagingar í sambandi við gjaldsdag, sum er fýra ferðir um árið. Tá ber til at gjalda eyka inn, broyta skáar ella umleggja lánið.

Tað kunnu vera fyrimunir við at umleggja lánið.

Tú skalt bara vita, nær tað loysir seg best fyri teg, og hvørjir møguleikar eru. Tað hjálpa vit tær við.

Leggur tú eitt nú lánið um, tá rentan er hækkandi, kanst tú uppgera títt gamla lán til ein lágan kurs. Harvið minkar skuldin, hóast mánaðarliga gjaldið kann vera hægri.

Leggur tú hinvegin um, tá rentan er lækkandi, kanst tú uppgera títt gamla lán til kurs 100. Skuldin verður nøkunlunda tann sama, men mánaðarliga gjaldið er lægri.

Latið okkum hoyrast

Kanna tínar møguleikar og latið okkum í felag finna røttu loysnina til tín.

Bið um eitt prát

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.