Eftirløn og tryggingar

Hevur tú hugsað um hvussu tú ynskir at liva, tá tú verður eldri?

Tað er umráðandi at tú tekur støðu til hvussu tú sparir upp og hvussu tú tryggjar teg og tíni kæru.

Her á síðuni kanst tú lesa meira um tínar møguleikar í mun til eftirløn og tryggingar.

80% av føroyingum hava ikki nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti - ert tú ein teirra? 

Eftirløn er uppsparing - og uppsparing er ein íløga í tínari framtíð

Tess fyrr tú tekur avgerð um hvussu tú ynskir at spara upp, tess betri. Ti tá gerst lættari at røkka tínum ynski um, hvussu tín framtíðar fíggjarstøða skal síggja út. 
Í Betri Banka hevur tú frælsi at velja hvar tín uppsparing skal standa.

Í høvuðsheitum hevur tú tríggjar møguleikar, sum tú kanst lesa meira um niðanfyri. 

Óansæð hvat tú velur hjálpa vit tær trygt ígongd við at spara upp.  

Tryggja teg og tíni

Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. 

Í Betri Banka kanst tú tekna viðkomandi tryggingar, sum tryggja teg og tíni. 

Práta við okkum, og latið okkum í felga finna fram til tykkara tryggingartrøv. 

Vit eiga at endurskoða okkara tryggingar tá ið

  • vit seta búgv
  • skifta starv
  • fáa børn

Nær hevur tú seinast endurskoða tínar persónstryggingar?

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.