Soleiðis gert tú kortið virkið
Títt kundanummar er virkjanarnummarið, tá tú skalt virkja gjaldskortið. Fyri at virkja kortið skalt tú brúka null og síðani fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarnummar – t.e. samanlagt fimm tøl.
- Finn títt kundanummar í Netbankanum ella í appini.
Í Netbankanum: Í valmyndini til vinstru skalt tú trýsta á "Uppseting" niðast, síðan á "Brúkaraupplýsingar". Kundanummarið stendur í næstovasta kassa.
Í appini: Trýst á valmyndina niðast til høgru, síðan á "Brúkaraupplýsingar". Kundanummarið stendur ovast undir tínum navni.
Fært tú kontuavrit sendandi við posti, stendur kundanummarið á kontuavritum.
- Ring til Nets kortvirkjan - telefonnummar +45 44 89 73 50
- Trýst kortnummarið við 16 tølum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við #
- Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í tínum kundanummari og enda við #
Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".