5. element

Onnur lán

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymisk endamál. Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, so finna vit rætta lánið til tín.

Bátalán

Hevur tú funnið dreymabátin? Í Betri Banka fært tú kappingarført lán til keyp av nýggjum ella brúktum báti undir 5 bruttotons. 

Er talan um nýggjan bát skalt tú hava 30 prosent í eginpeningi, og afturgjaldstíðin kann í mesta lagi vera 10 ár. Er talan hinvegin um brúktan bát, skal lánið verða útgoldið, tá báturin er 10 ára gamal. Er báturin til dømis 3 ára gamal, tá tú keypir hann, er afturgjaldstíðin í mesta lagi 7 ár. Rentan á Bátaláni er broytilig. 

Fyri at vit kunnu viðgera umsóknir um Bátalán, er neyðugt at upplýsa navn, stødd og keypsprís á bátinum, havna- og kennibókstavir, umframt alt um maskinuna.

Bátalán

Snarlán

Sum heitið á láninum sigur, er Snarlán skjótt at stovna. Tær nýtist ikki at veita trygd fyri láninum, og peningurin er tær skjótt í hendi. 

Tú kanst í mesta lagi læna 50.000 krónur. Av tí at eingin trygd er fyri láninum, er hetta eisini tað dýrasta lánið við eini afturgjaldstíð á í mesta lagi 2 ár. 

Snarlán hevur broytiliga rentu, og vanliga hægri rentu enn onnur lán. 

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.