Eitt kvøld um Burðardygd

Umhugsar tú at gera orkusparandi umvælingar í húsinum? Ella møguliga droymir tú um ein elbil, men ivast í, um løtan er tann rætta?

Grønt temakvøld

Tað eru nógvar avgerðir sum skulu takast, og nógvir spurningar kunnu stinga seg upp, um ein vil gera íløgur í burðardyggar loysnir.

Tí vilja vit fegin bjóða tær til eitt temakvøld um burðardygd.

Umboð frá m.a. Umhvørvisstovuni, Demich, Svend Krosstein og Elbilafelagnum koma at greiða frá um sólorku, varandi orkuskipanir og framtíðina innan elbilar. Harumframt verður borðreitt við føroyskum burðardyggum mati og drekka.

Vælkomin til eitt kvøld um burðardygd á deildini hjá okkum í Klaksvík, mikukvøldið 27. apríl klokkan 18 og Yviri við Strond 2 í Havn, hóskvøldið 28. apríl klokkan 18.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.


Melda til her