Visa/Dankort 

Hevur tú brúk fyri einum altjóða gjaldskorti at gjalda og taka pening út við, er Visa/Dankort Debit eitt nógv brúkt og væl umtókt gjaldskort. Les meira um hetta her á síðuni.

Visa gjaldskort

Hvat skalt tú brúka kortið til?

Óansæð, hvar tú ert í verðini, kanst tú gjalda og taka pening út við einum Visa/Dankort Debit. Tað veri seg í handlum, matstovum og í sjálvtøkum. Eisini ber til at keypa og rinda við tí á netinum.  Nýtsluhámarkið er 25.000 kr. í 14 leypandi dagar.

Treytin fyri at fáa eitt Visa/Dankort Debit er, at tú ert 18 ár og hevur kontu í Betri Banka. Tá tú bíleggur kortið, verður ein kredittmeting gjørd av tær, og er alt í lagi, verður kortið bílagt. 

Í øllum sjálvtøkum hjá Betri Banka kanst tú taka upp í 5.000 krónur út um dagin. Tó kunnu tað vera sjálvtøkur hjá øðrum peningastovnum, har tú í mesta lagi kanst taka út 2.000 krónur um dagin. Størri upphæddir kunnu takast út við kassan í deildum hjá Betri Banka.

Kortið fæst bæði talgilt og vanligt. Talgilta kortið fært tú beinanvegin og kanst leggja tað á telefonina at gjalda við.

kostnaðin fyri Visa/Dankort her

Sí yvirlit yvir gjaldoyrakursir, sum verða nýttir at umrokna við, tá tú rindar við korti í fremmandum gjaldoyra her.

Set teg inn í kortásetingar á Visa/Dankorti

Bílegg Visa/Dankort Debit

Er talan um kortfulltrú skalt tú bíleggja her.

Ert tú vinnukundi, kanst tú bíleggja Visa/Dankort Debit Business her.

Bílegg Visa/Dankort Debit

Gjaldskort

Talgilt gjaldskort

Nú hevur tú møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur.

Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við. Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.

Ring til okkum á 348 000, um tú ynskir at bíleggja.

Ung gjaldskort
5 element

Mynd á kortið

Mynd á kortið?

Soleiðis fært tú tína yndismynd á gjaldskortið.

Les meira
Fjepparakort

Fjepparakort

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú kanska umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. So hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina. 

Les meira
Ferðast

Ferðast

Skalt tú uttanlands at ferðast?

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Tað er altíð skilagott at fyrireika seg í góðari tíð. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari. 

Les meira
Ferðast kort

Góð ráð

Gott at vita um gjaldskort

  • Títt loynital
  • Tá tú keypir á netinum
  • Nýtsluhámørk
Les meira

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.