Mastercard Kreditt
Hevur tú tørv á einum korti við kreditti, so er Mastercard Kreditt kortið møguliga nakað fyri teg. Vit hava nøkur at velja í – alt eftir stødd á kreditti. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.

Hvat skalt tú brúka kortið til?
Hevur tú brúk fyri einum altjóða gjaldskorti við kreditti aftanfyri? Í Betri Banka hava vit ymiskar útgávur av Mastercard Kreditt gjaldskortinum. Munurin er í høvuðsheitum støddin á kredittinum aftan fyri kortið og tryggingin, sum er knýtt at kortinum. Tá tú søkir um kortið, verður tú kredittmettur, og ert tú egnaður, verður gjaldskortið bílagt.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.