Rinda við Garmin Pay-urinum

Hevur tú eitt Garmin Pay-ur, kanst tú brúka tað á sama hátt sum kontaktleys gjaldskort at gjalda við í handlum, á netinum og í appum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú bert teg at.

Garmin Pay

Rinda trygt og lætt við Garmin Pay-uri

Við Garmin Pay™ kontaktleysari gjalding kanst tú lata mappuna og telefonina liggja eftir heima. Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi. Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum støðum, sum skelta við hesi ímynd:

Contactless Card


Tak niður frá Apple Store:

Fitbit (iOS)

Tak niður frá Google Play store:

Fitbit (Android)

Garmin Pay

Hvat krevst fyri at brúka Garmin Pay

  • Eitt Garmin-ur við Garmin Pay. Sí, hvørji ur kunnu nýtast, her
  • Garmin-appina Garmin Connect á tíni snildfon
  • Mastercard ella Visa/Dankort úr Betri Banka
5. element

Garmin Pay

Tryggur gjaldsháttur

Tá tú rindar við tínum Garmin-uri, eru kortupplýsingarnar hjá tær vardir, tí títt gjaldskortnummar verður ongantíð goymt. Hvørki á tínum tóli ella hjá Garmin. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Garmin.

5. element

Garmin Pay

Tá tú rindar í handlum

Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við kontaktleysa gjaldskortinum. Virkja Garmin Pay, og halt urið tætt at gjaldsgreiðsluni. Tú virkjar Garmin Pay við at velja Garmin Wallet á urinum. Tøppa inn tína møguligu kotu, og vel kort við at blaða  upp og niður. Halt urinum tætt at gjaldsgreiðsluni og rinda.

5. element

Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Garmin

  • Syrg fyri, at títt Garmin-ur hevur samband við tína telefon umvegis Bluetooth

  • Lat Garmin Connect upp á telefonini og trýst á Flere og síðan á Garmin Pay

  • Vel Garmin-eindina, ið tú ynskir at knýta til Garmin Pay

  • Fylg vegleiðingini, sum kemur fram, fyri at knýta títt kort til Garmin Pay

  • Vel eina kotu so tú verjir tín Garmin Pay

  • Tøppa inn tínar kort- og persónsupplýsingar

  • Góðkenn nýtslutreytir

  • Áset SMS-kotu, sum verður send telefonnummarinum, sum tín peningastovnur hevur skrásett

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.