Visa gjaldskort

Gjaldskort

Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Tú kanst hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.

Hvat skalt tú brúka kortið til?

Hevur tú brúk fyri einum gjaldskorti til dagligu peninganýtsluna her heima og einum øðrum korti sum trygd, tá tú ferðast ella leigar bil uttanlands? Óansæð støðu kunnu vit bjóða tær tey kort, sum tú hevur brúk fyri. Her fært tú eitt yvirlit yvir møguleikarnar.

Avsláttur

Sum kundi í Betri Banka kanst tú fáa upp til 25% í avsláttri av vanliga atgongumerkjaprísum til fleiri stuttleikaparkir og djóragarðar í Danmark.

Les meira

Talgilt gjaldskort

Nú hevur tú møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur.

Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við.

Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.

Bílegg talgilt gjaldskort

Ung gjaldskort

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. Tá hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina.

Les meira

Fjepparakort

Fá tína yndismynd á gjaldskortið

Gev tínum gjaldskorti eitt persónligt snið. Mynda títt kort við yndismyndini av børnunum, heimbygdini, frensinum ella onkrum heilt øðrum.

Les meira

Børn

Gott at vita um gjaldskort

  • Títt loynital
  • Tá tú keypir á netinum
  • Nýtsluhámørk

Les meira

Gjaldskort

Skalt tú uttanlands at ferðast? 

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Tað er altíð skilagott at fyrireika seg væl í góðari tíð frammanundan. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari. 

Fá nøkur góð ráð

Ferðast

Gjaldskort - møguleiki fyri mótmæli

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum, sum eru gjørdar við tínum gjaldskorti. Hetta um keypið er gjørt á netinum, við postordra ella telefonordra. Slík keyp kallast fjarsøla.

Møguleikin fyri mótmæli veldst um, hvat kort, tú hevur brúkt til keypið. Niðanfyri eru vegleiðingar til fleiri kortsløg, har tú fært upplýsingar um tínar møguleikar fyri mótmæli fyri hvørt einstakt gjaldskort.

Vónandi finnur tú tær upplýsingar, tær tørvar. Um ikki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 348 000 ella teldupost banki@betri.fo. 

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.