Søk um stuðul

Í Betri ynskja vit at lata stuðul til endamál, sum vit meta hóska til okkara virksemi, virðir og missión, ið eru at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Hetta kemur til sjóndar millum annað í stuðulsavtalunum, ið vit hava innan ítrott, mentan og fyribyrging. Vit ynskja samstarv, ið kemur báðum pørtum til góðar.


Soleiðis søkir tú um stuðul

Allar umsóknir skulu sendast skrivliga umvegis oyðublaðið niðanfyri og skulu lýsa verkætlanina, ið søkt verður um stuðul til.

Her ynskja vit at vita:

  • Endamálið við verkætlanini og stuðlinum
  • Hvussu Betri kann fáa ágóða av stuðla
  • Stuðulsupphæddina
  • Upplýsingar um onnur stuðla

Umsóknir vera viðgjørdar 3 ferðir árliga. Umsóknir verða
viðgjørdar næstu ferð 15. september 2023.

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.