Fitbit Pay

Rinda við Fitbit Pay-urinum

Hevur tú eitt Fitbit Pay-ur, kanst tú brúka tað á sama hátt sum kontaktleys gjaldskort at gjalda við í handlum, á netinum og í appum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú bert teg at.

Rinda trygt og lætt við Fitbit Pay

Við Fitbit Pay kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima. Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi. Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum støðum, sum skelta við hesi ímynd.

Tak niður frá Apple Store:

Fitbit (iOS)

Tak niður frá Google Play store:

Fitbit (Android)

Hvat krevst fyri at brúka Fitbit Pay

  • Eitt Fitbit-ur við Fitbit Pay
  • Fitbit appina (Fitbit) á tíni snildfon (iOS ella Android)
  • Mastercard ella Visa/Dankort úr Betri Banka
5. element

Tryggur gjaldsháttur

Tá tú rindar við Fitbit Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar, og gjaldið fær eina serstaka bókingarkotu. Nummarið á tínum gjaldskorti verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli, hjá Fitbit ella í handlinum, har tú hevur rindað við Fitbit. 

5. element

Tá tú rindar í handlum

Hygg eftir súmbolinum fyri nándgjald (kontaktleyst). Hevur tú eitt Fitbit Ionic ella Versa, virkjar tú Fitbit Pay við at trýsta á tín snarknøtt ella við at blaða frá toppinum og niður. Á øðrum Fitbit eindum skalt tú trýsta á vinstra knøttin á urinum í 2 sekund. Tøppa møguliga tína kotu inn og vel gjaldskort við at blaða ella við at trýsta á skermin á urinum. Halt urið tætt at gjaldsgreiðsluni og rinda.

5. element

Soleiðis knýtir tú títt gjaldskort til Fitbit

  • Tryggja tær, at tín Fitbit eind hevur samband við telefonina umvegis Bluetooth
  • Heinta Fitbit-appina í Google Play Store, trýst á  “Today” og síðan á tína vangamynd
  • Trýst á myndina av tíni Fitbit-eind, og trýst á “Fitbit Wallet”
  • Fylg vegleiðingini fyri at leggja gjaldskort afturat
  • Vel kotu fyri at verja títt Fitbit Pay
  • Tøppa inn tínar kort- og persónsupplýsingar
  • Góðkenn nýtslutreytir
  • Upplýs SMS-kotuna, sum verður send telefonnummarinum, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt telefonnummar
  • Trýst á “Activate on device”

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.