Gjaldskort
Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Tú kanst hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.

Hvat skalt tú brúka kortið til?
Hevur tú brúk fyri einum gjaldskorti til dagligu peninganýtsluna her heima og einum øðrum korti uttanlands sum trygd, tá tú ferðast? Kanska er tað barn títt, sum hevur brúk fyri einum korti? Óansæð støðu kunnu vit bjóða tær tey kort, sum tú hevur brúk fyri. Her fært tú eitt yvirlit yvir møguleikarnar.
Gjaldskort - møguleiki fyri mótmæli
Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum, sum eru gjørdar við tínum gjaldskorti. Hetta um keypið er gjørt á netinum, við postordra ella telefonordra. Slík keyp kallast fjarsøla.
Møguleikin fyri mótmæli veldst um, hvat kort, tú hevur brúkt til keypið. Niðanfyri eru vegleiðingar til fleiri kortsløg, har tú fært upplýsingar um tínar møguleikar fyri mótmæli fyri hvørt einstakt gjaldskort.
Vónandi finnur tú tær upplýsingar, tær tørvar. Um ikki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Til ber eisini at seta seg í samband við danska Finansrådet viðv. upplýsingum um møguleikarnar fyri at mótmæla gjaldingum.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.